Innanlands

Morten Hust Petersen nýggjur leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna

46-ára gamli danin er útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein. Hann er eisini kendur sum millum annað venjari hjá Eydnudeildini og hvur drúgvar royndir - bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu- og barnagarðsbørnum

Morten Hust Petersen tekur her ímóti heiðrinum frá ÍSF -

Morten Hust Petersen tekur her ímóti heiðrinum frá ÍSF - "Ársins Ítrottaátak" (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-04 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðara fyri dagstovnaøkið í Vestmanna.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina.

Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu- og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla, skrivar vestmanna.fo.

Morten hevur arbeitt sum pedagogur í 25 ár. Í 2013 var hann leiðari á bústaðnum Rásini, ið er fyri ung við menningartarni. Tey síðstu fimm árini hevur hann verið leiðari á frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, ið leggur dent á rørslu av ymsum slagi. Harumfrat hevur danin seinastu árini staðið á odda fyri Eydnudeildini.

Nýggi leiðarin byrjar í starvinum 1. september 2021.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder