Minti politikararnar um at liva lívið

Kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen, helt eina ópolitiska prædiku fyri landsins kosnu

2021-07-29 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Tonk at lívið kostar lívið” var útgangsstøðið í ólavsøkuprædikuni, sum kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen, helt fyri landsins kosnu kvinnum og monnum í dómkirkjuni í dag, ólavsøkudag.

Prædikan gjørdist ongantíð politisk, beinleiðis, men var ein staðilig áheitan á at taka upp lívsins avbjóðingar og fylkjast um krossmerki Ólavs heilaga. Ólavsøkan minnir okkum um hvat tað er, sum sjóðar okkum føroyingar saman tvørtur um ósemjur annars og persónligar preferansur.

Tí vit eru fødd inn í henda felagsskap, ella tilvitað hava valt at flyta inn í felagsskapin.

Áheitanin til politikararnar var tí orðið “Effata – opna teg”, hjá Markus evangelisti. At tora at opna seg fyri Guði, fyri lívinum, fyri medmenniskjuni og fyri sær sjálvum – eisini hóast krossurin hjá tí einstaka kann vera tungur at bera.

Maria Jørðdal Niclasen stuðlaði seg til nógv mæt skøld í síni prædiku. Umframt evangelistin úr bíbliuni eisini Jørgen Gustava Brandt, Pól F. Joensen og Søren Kierkegaard, men eisini yngri skøld, Teit Lassen, sum minnir á at mistøk kunnu gerast meistaraverk og Daniu O. Tausen og hennara áheitan: “Skál fyri okkum, sum hvønn dag royna okkara besta”.

Ólavsøkugudstænastan var aftur í ár fyri afturlatnum hurðum, tað vil siga, bert fyri innbodnum. Eitt vælljómandi Kvívíkar sangkór undir leiðslu av Boga K. Mouritsen stóð fyri sanginum.

Eftir gudstænastuna fóru politikarar, embætisfólk og prestar í skrúðgongu niðan á Tinghúsvøllin, har tey vóru móttikin av einum væl mannaðum og kvinnaðum kóri undir leiðslu av Bernharði Wilkinssyni. 

Mydir koma seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder