
Tað var helst ein tann størsta fjøldin, sum nakrantíð hevur verið til jarðarferð í Vesturkirkjuni, tá mín góði vinur Hákun Steingrímsson, fór til gravar
Tveir av vøkru sálmum faðir hansara, Steingrím Niclasen, sála, vóru valdir til jarðarferðina. Presturin Theodor slapp væl frá góðari og viðkomandi talu. Tá Tórshavnar Mannskór yndisliga sang tveir sangir til æru fyri einum av teirra, var hátiðarligur dámur yvir sorgblíðu løtuni.
Ikki minni bergtakandi gjørdist løtan tá Ernst Remmel sjaldsama vakurt spældi írska lagi til Danny Boy, meðan kistan varð borin út. Tá var tað ikki bert eg sum feldi eitt tár á kinn, nú mín góði vinur var borin út. Hákun náddi bert 61 árum tá herviliga krabbasóttin fór við honum. Foreldrini vóru Steingrím Niclasen úr Hvalba og Annika Djurhuus í Havn. Hákun var giftur Sigrun og tey eiga børnini Tóka og Duritu. Systkini eru Hentzar, Hildur og Tóki.
Vit hittust fyrstu ferð, tá hann læs løgfrøði í Keypmannahavn og var vorðin troyttur av turrisliga lesnaðinum og spurdi um hann kundi koma at arbeiða hjá okkum á Advokatskrivstovuni, Fr. Petersensgøtu, nakrar mánaðir. Tað var gamaní hjá Halgir og mær og vit møttu einum arbeiðssomun, dugnaligum og sjaldsama dámligum manni. Longu tá hevði hann verið fyri krabbasjúku fyrstu ferð. Tað gjørdi ikki støðuna verri, at hann hevði verið eitt sindur til skips við eitt av Globalskipunum.
Hákun hevði tann hugburð, at tá tað ráddi um arbeiði, skuldi ein helst ikki hava sama arbeiðsplás ov leingi. Eini 5-6 ár helt hann var hóskandi. Útbúgvin løgfrøðingur gekk beina leiðin heimaftur, har hann fekk starv í Vinnumálastýrinum og har treivst hann væl. Hann var áhugaður í politikki, kendi seg væl og var væl dámdur. Var í starvi í fleiri ár. Sjóvátrygging hevði boð eftir honum og nýggja arbeiði við tryggingarmálum v.m. helt hann vera áhugavert og var settur í starv hjá teimum. Teir fingu ein dugnaligan og arbeiðssaman mann, sum hevði lætt við at samstarva við onnur. Har var hann í nøkur ár, tá heilt annað økið, landbúnaðurin, við Búnaðarstovuni, bjóðaði honum starv. Eisini har treivst hann væl og samstarvi við táverandi stjóran Bjørn Patursson, var fyrimyndarligt. Starvsfólki dámdu hann væl og saknaðu hann sára, tá hann gavst á stovninum. Tá MBM hevði brúk fyri nýggjum stjóra fekk Hákun starvið, sum hann, sera hegnisliga, røkti í 12 ár. Seinasta ári í starvinum var hann nógv darvaður av sjúkuni, men royndi tó til tað síðsta at røkja sítt starv samvitskufult og við virðing, sum vøkru minningarorðini hjá MBM bera boð um á teirra Facebook-síðu.
Áhugamálini vóru nógv hjá Hákun. Presturin rakti seymin á høvdi tá hann nevndi, at eitt lindiseyðkenni var dyrvi og ferð. Emil úr Lønneberg, ganga við 10. Tí søkti hann, áðrenn løgfrøðilesturin inn sum flogskipari hjá danskas loftvápninum og varð góðkendur gjøgnum hørðu royndirnar, bæði likamliga og sálarliga. Eg síggi hann fyri mær sum flogskipara á einum F35 flogfari. Oh harra gud det lamterilsi hevði verið av honum.! Hví hann hálsaði um og fór til løgfrøðina, fekk eg ongantíð burturúr honum.
Nú er røddin tíverri tagnað.
Røddina hevði hann góða og var góður kvøðari. Seinnu árini meldaði hann seg til Tórshavnar Manskór, sum vísti honum heiður við at syngja yvir honum.
Ítróttur fylti eisini nógv hjá honum og B36 stuðlaði hann bæði so og so. Seinnu árini var hondbóltur eisini á skránni; helst tí, at tað gekst landsliðnum so væl og Hákun helt, at hetta eisini hevði ávirkan á føroyskan hugburð, at føroyingar kundu klára seg, eisini sum fólk og sjálvstøðug tjóð.
Eg sakni, at vit ikki fara á flot aftur saman, ongin skjótitúrur eftir skarvi ella svartfugli, einki talv, einki pokerspæl og eingin kenning av góðum single malt whisky, men mest av øllum tað góða vinarlagi.
Góða Sigrun, Tóki og Durita størst er sorgin hjá tykkum. Mín vón er, at tey góðu minni tit hava um Hákun, hjálpa tykkum gjøgnum sorgina. Somuleiðis til systkinini Hentzar, Hildur og Tóka.
Magnus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald