Innanlands

Minkað um flotan

Eitt flogfelag á kanarisku oyggjunum leigar næstu fýra árini minsta flogfarið hjá Atlantsflogi. Flogfarið fór úr Føroyum í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-23 19:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í januar, at Atlantic Airways boðaði frá, at Airbus A119-flogfarið, sum er tað minsta í flotanum, verður leigað út næstu fýra árini.

Flogfarið fór úr Føroyum í gjár, flotin hjá Atlantsflogi er sostatt minkaður niður í trý flogfør umframt tvær tyrlur. Talan er um trý Airbus A320 flogfør, har tvey av teimum eru av slagnum A320neo, sum eru tey mest orkusparandi av sínum slag.

Tyrlurnar eru av slagnum AW139.

Tey bæði nýggju Airbus 320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023/24, eru útsett til 2027/28, tá núverandi Airbus 320neo flogførini ætlandi verða latin útleigaranum aftur.

Les eisini: Atlantsflog 128 milliónir í halli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder