Innanlands

Mikudagin fara 761 næmingar í fyrsta flokk

391 dreingir og 370 gentur, til samans 761 næmingar, byrja í fyrsta flokki mikudagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-13 19:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tilsamans 761 næmingar byrja í fyrsta flokki mikudagin, vísir ein uppgerð hjá Skúlablaðnum.

Tað eru 391 dreingir og 370 gentur, sum í ár byrja í fyrsta flokki.

Talan er um ein lítlan vøkstur samanborið við í fjør, tá um 730 børn fóru í fyrsta flokk.

Skúlin, sum tekur ímóti flest næmingum, er Skúlatrøð við 76 næmingum; tríggir teirra byrja í serflokki. Í fjør var tað Skúlin á Fløtum, sum tók ímóti flest næmingum, tá byrjaðu 77 næmingar har, í ár er talið á fyrstafloksnæmingum á Fløtum 72.

Í fimtan skúlum byrja færri enn 10 næmingar; í fýra teirra bara ein næmingur.

Hetta skúlaárið er eins og í fjør 11 forskúlar við til samans 233 næmingum samanborið við 226 í fjør. Størsti forskúlin er í Skúlanum á Fløtum við 53 næmingum. Honum á baki koma Runavíkar kommunuskúli og Sankta Frans við ávikavist 48 og 47 næmingum.

Serflokkarnir eru tíggju í tali, næmingatalið er 208, harav 148 eru dreingir; harumframt kemur Lopfjølin, sum er partur av Skúlanum á Fløtum, við níggju næmingum.

Í teimum trimum frískúlunum ganga 169 næmingar. Størstur av frískúlunum er Frískúlin Keldan við 87 næmingum.

Næmingatalið fyri alt landið er 7.113.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder