Mentan

Miðsummarhugni á Leynasandi leygardagin

Color run, spæl, undirhald, matarsøla og nógvur tónleikur, umframt jóansøkubál, er á skránni

Color run (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Color run (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-06-16 18:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri jóansøkubáli á Leynasandi. Umframt bál verður nógv undirhald á skránni.

Tað er svimjifelagið Hellufossur, sum samskipar umfatandi tiltakið leygardagin í samstarvi við Kvívíkar kommunu.

Byrjað verður við ‘color run’ av Skælingi til Leynar. Skipað verður fyri busskoyring úr Leynum til Skælings, og eftir eina upphiting verður klokkan 14 farið til stroks móti Leynum við vanda fyri at varða oyst undir í sprøklutum litum.

Á Leynasandi byrjar matarsøla klokkan 15, og tá byrjar eisini ymisk spøl og stuttleiki.

Frá klokkan 16 verður ein umfatandi tónleikaskrá, byrjandi við Ævintýrferðini hjá Dánjali og Búa. Klokkan 17 vitjar Trøllapætur og omman, og kl. 18 spæla Danny & the Veeto trio.

Klokkan 18.45 verður jóansøkubálið tendrað – tað skipa lokalu skótarnir fyri.

Klokkan 19.15 verður aftur tónleikur á skránni, nú við Ester Skála, og kl. 20 verða Dynamitt-hit at hoyra við Niclas Hera, og eisini luttekur Tórfríð Tavsen við sangi.

Skráin fyri dagin sæst á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder