Innanlands

Miðstaðarøkið í Vestmanna skal skipast

Byrjað verður á fiskastykkinum oman fyri Bakkaveg – ímillum Skálaveg og Gjógvará

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2020-09-07 20:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstum verður ætlandi byrjað upp á skipan av miðstaðarøkinum. Byrjað verður á fiskastykkinum oman fyri Bakkaveg – ímillum Skálaveg og Gjógvará, skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðuni.

Á fiskastykkinum skal gerast parkeringspláss, samstundis sum roynt verður at varðveita part av økinum sum fiskastykki. Gerast skulu tveir parkeringsgeirar. Ein fram við Bakkavegi og ein fram við Skálavegi – við ávikavist seks og fimm parkeringsplássum. Framman fyri parkeringsgeirarnar verður gongubreyt, og gongugøta verður niðan við Gjógvará og haðani út í Skálaveg.

Kommunan sigur, at ætlanin byggir á at útjavna hallið frá Skálavegi inn á parkeringsgeiran og áfram inn á fiskastykkið. Flatan frá hvørjum einstøkum parkeringsbási heldur áfram inn á fiskastykkið við hæddarspæli og bríkum í vallaðum lendi.

Træbenkur kunnu setast eftir laðaðu kantunum til fólk at sita á – ella sitast kann á laðaðu kantunum. Laðingin niðan við Gjógvará verður varðveitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder