Innanlands

Miðflokkurin: Rani A. Skaalum er nú formaður í floksstjórnini

Flomsformaðurin í Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen er meinigur limur í nývaldu floksstjórnini

Rani A. Skaalum, floksstjórnarformaður í Miðflokkinum, her saman við Jenisi av Rana, fyrrverandi floksformanni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rani A. Skaalum, floksstjórnarformaður í Miðflokkinum, her saman við Jenisi av Rana, fyrrverandi floksformanni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-23 07:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Miðflokkurin hevur valt nýggja floksstjórn, sum skal leiða arbeiðið hjá flokkinum næstu tíðina. Floksstjórnin er samansett av royndum og virkisfúsum fólkum, sum umboða breiddina í flokkinum.

Floksstjórnin er mannað soleiðis:

  • Rani A. Skaalum, floksstjórnarformaður
  • Finngerð Djurhuus Olsen, næstforkvinna
  • Mattias Ljósheim, limur vegna Konservativ Ung
  • Tummas Pauli Mýri, peningarøkil
  • Markus Mortensen, limur
  • Steffan Klein Poulsen, limur
  • Sámal Hanni Lognberg, varalimur
  • Margretha Kjærbæk, varalimur

Ólavur í Geil skrivari hjá floksstjórnini.

Við hesum er floksstjórnin mannað við fólki, sum hava royndir á ymiskum økjum, og sum saman skulu arbeiða fyri at menna politikkin og virksemið hjá flokkinum.

Floksstjórnin hevur ábyrgd av at skipa arbeiðið hjá flokkinum, fremja politiskar ætlanir og tryggja, at flokkurin er virkin í samfelagskjakinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder