Mentan

Miðflokkurin: Norðurlandahúsið brúkt til heilavasking

Miðflokkurin heitir inniliga á foreldur at verða vakin og verja børnini móti "óføroyskari og ókristiligari ávirkan", sum flokkurin orðar seg

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-07 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein áheitan frá Miðflokkinum til foreldur og lærarar, nú Norðurlandahúsið hevur kunngjørt skúlasýningina "Ein kengura sum tú". Sýningin er til børn millum níggju og ellivu ár.

- Enn einaferð uppliva vit, at Norðurlandahúsið letur seg brúka at fremja miðvísa útlendska ávirkan á børn okkara. Hesuferð, sum so mangan, verður tað gjørt við at bjóða børnum og lærarum í húsið fyri at verða heilavaskaði av útlendingum, sum gjøgnum sjónleik, hesuferð bygdan á djóralív, royna teirra kynstur, skrivar Miðflokkurin.

- Miðflokkurin heitir inniliga á foreldur at verða vakin í hesum máli, at kanna tað, og serliga í komandi viku at verja børn tykkara móti hesari óføroysku og ókristiligu ávirkan. Somu áheitan senda vit lærarum og leiðslu fólkaskúlans, og biðja hesi um at seta seg inn í hetta virksemi Norðurlandahúsins og byrgja fyri tí óhepnu ávirkan, sum hetta virksemi kann hava sær á barnasálina.

Talan er um skúlasýningina "Ein kengura sum tú". Í fjør var mikið kjak um júst hendan leikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder