
(Upptøka: Michelin Guide)
Føroyar eiga aftur eina tvey stjørnaða matstovu.
Matstovan Paz (stendur fyri Poul Andrias Ziska), sum liggur í veghæddini á Hotel 62 Norð hevur í kvøld fingið tvær stjørnur í sambandi við at norðurlendsku Michelin stjørnurnar vórðu býttar út.
Harvið megnaði Poul Andrias at fáa tær báðar stjørnurnar – kunnu vit siga – sum hann megnaði at fáa sum høvuðskokkur í matstovuni Koks, sum ikki er til longur (ella í løtuni).
Hetta má vera rættiliga óvæntað, tí tað er ikki meira enn tveir mánaðir síðan at matstovan í Dr. Jacobsensgøtu læt upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald