Mentan

Michael K. Williams deyður

Amerikanski sjónleikarin, kendur frá røðini "The Wire", gjørdist 54 ára gamal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-07 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski sjónleikarin, Michael K. Williams, kendur fyri leiklut sín sum Omar í sjónvarpsrøðini “The Wire”, er funnin deyður heima í íbúð síni í New York.

Williams gjørdist 54 ára gamal.

Umframt at gera vart við seg sum samkyndi búrkroppurin Omar Little í “The Wire”, spældi hann leiklutin Chalky White í røðini “Boardwalk Empire”.

Tríggjar ferðir varð hann tilnevndur til eina Emmy virðisløn fyri leiklutir í røðini “Bessie” í 2015, “The Night Of” í 2016 og í “When They See Us” í 2019.

Í ár varð hann tilnevndur fyri leiklutin sum Montrose Freeman í røðini “Lovecraft Country”.

Sambært blaðnum New York Post, er illgruni um, at Michael K. Williams møguliga doyði av eini yvirdosis, men hetta er ikki váttað. Williams hevur leingi viðgingið, at hann hevur havt trupulleika við rúsevnum, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder