Uttanlands

Mette Frederiksen sleppur aftur at royna at skipa stjórn

Socialdemokratiet, SF, Enhedslisten, De Radikale og Alternativet hava peikað á forsætisráðfrúnna seinastu árini sum samráðingarleiðari. Hetta standa samanlagt 84 tingfólk aftanfyri

Mette Frederiksen er vald sum

Mette Frederiksen er vald sum "kongaligt kanningarfólk". Forkvinnan hjá Sosialdemokratunum skal royna at skipa nýggja stjórn - tað kann gerast tungur burður (Mynd: EPA)

2026-03-25 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Kongelig undersøger".

Soleiðis er heitið á tí persóni, sum sleppur at standa á odda fyri at skipa nýggja stjórn í Danmark.

Hetta verður enn einaferð Mette Frederiksen - hóast stóra persónliga afturgongd og vánaligasta valið hjá flokki hennara Sosialdemokratiet síðani 1903.

Sí eisini: Mette Frederiksen mist nærum 20.000 atkvøður

Tað er greitt, eftir "kongaliga umfarið" í dag, har flokkarnir í Danmark fóru fyri kong at peika á sítt boð uppá samráðingarleiðara. 

Socialdemokratiet, SF, Enhedslisten, De Radikale og Alternativet hava peikað á forsætisráðfrúnna seinastu tvey valskeiðini sum samráðingarleiðara.

Hesi eru í reyða blokkinum - til vinstru - og hava samanlagt 84 sessir. Tað røkkir ikki til ein meiriluta, og so er spurningurin, um Mette Frederiksen fer eftir Lars Løkke Rasmussen. Hann og Moderaterne kunnu gerast tungan á vágskálini, sum flokkurin á miðjuni.

Sí eisini: Liggur eftir øllum at døma í hondunum á Løkke


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder