2026-03-25 14:30
Á fólkatingsvalinum í gjár hevði danski javnaðarflokkurin eina stóra afturgongd í mun til seinasta val, og tað hevði forkvinnan í flokkinum, sitandi forsætisráðharri Mette Frederiksen eisini.
Á seinasta fólkatingsvali í 2022 fekk flokkurin 27,5 prosent av atkvøðunum, men úrslitið í gjár var bert 21,9 prosent.
Mette Frederiksen fekk í gjár 41.721 persónligar atkvøður, og tað er nærum ein triðingur færri enn á seinasta vali, tá hon fekk 60.837 atkvøður, skrivar Ritzau.
Danski javnaðarflokkurin fór frá 50 tingsessum niður í 38.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald