Uttanlands

Mette Frederiksen fer til kong klokkan 9.15

Fríðrikur kongur er til reiðar til fyrsta kongsumfarið

Hetta er fyrsta fólkatingsvalið, síðan Margreta drotning legði frá sær, og verður fyrsta kongsumfarið hjá Fríðriki kongi væntandi í dag (Savnsmynd)

Hetta er fyrsta fólkatingsvalið, síðan Margreta drotning legði frá sær, og verður fyrsta kongsumfarið hjá Fríðriki kongi væntandi í dag (Savnsmynd)

2026-03-25 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sitandi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen fer klokkan 9.15 at hitta Fríðrik kong at kunna hann um úrslitið av fólkatingsvalinum og parlamentarisku støðuna, skrivar danska kongshúsið í morgun.

Mette Frederiksen fer væntandi at leggja frá sær og heita á kong um at innkalla hinar flokkarnar, sum eru valdir á Fólkating.

Sostatt byrjar fyrsta kongsumfarið, har flokkarnar skulu peika á, hvønn teir vilja hava til samráðingarleiðara - "kongelig undersøger".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder