Innanlands

Meta um koronupassið av nýggjum 3. januar

Á tíðindafundinum, sum løgmaður hevði seinnapartin varð koronupassið als ikki nevnt. Ein skipan, sum løgmaður varð trýstur til at seta í gildi í november, hóast tað er ivasamt hvønn virknað passið hevur. Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur, at ein broyting kann væntast, men avgerðin verður tikin um hetta 3. januar, tá Farsóttarnevndin aftur hevur fund

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-30 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Koronupassið er framhaldandi galdandi sum tað er nú, men 3. januar verður fundur aftur í farsóttarnevndini, og tá kann væntast ein broyting, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá landsstýrinum.

Omikron-frábrigdi vísir seg at smittar skjótt, og hetta er hóast fólk eru koppsett upp til tríggjar ferðir. Tí kann koronupassið vera ein falskur tryggleiki. Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur áður váttað fyri Portalinum, at einki vísindaligt prógv er fyri at passið minkar um smittutrýstið, og at við omikron gerst koronupassið í roynd og vera nyttuleyst.

Enn er tað so í gildi, og tilmælið er at eitt nú at koronapass eigur at verða víst tá ein millum annað vitjar á ellisheimi, skal á matstovu, í náttarlívinum ella í ítróttarlívi.

Bjarni á Steig greiðir frá, at Farsóttarnevndin hevur viðgjørt spurningin um koronupass í dag, men hevur valt ikki at gera nakra broyting fyribils.

[object Object]Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá landsstýrinum (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit hava valt at hildið fast við tað nú. Hetta er so nýtt við omikron, og tað hevði verið órógvandi at gjørt nakra broyting nú áðrenn nýggjár, segði Bjarni á Steig, yvirlækni, við Portalin.

Hann sigur, at hetta er líka nógv eitt pass til útheimin, og eisini til okkara sjófólk. Tí hava vit hildið fast í passinum.

Yvirlæknin ger tó vart við at hetta ikki er ein politiviðtøka, og tað eru stovnarnir, matstovur ella fyrireikararar av einum tiltaki, sum sjálvir syrgja fyri at fylgja tilmælunum um at krevja koronupass.

Eitt galdandi koronupass er tvær koppsetingar ella fleiri, váttan um fyrrverandi smittu ella ein koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder