Innanlands

Mest kvinnurnar sum eta køku og bomm hvønn dag

82,4 prosent av føroyingum eta køku, sjokulátu, ís ella bomm dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, vísir kanning hjá Fólkaheilsuráðnum

Mynd: Pexels

Mynd: Pexels

2021-03-15 07:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

82,4 prosent av føroyingum eta køku, sjokulátu, ís og bomm dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, vísir kanning hjá Fólkaheilsuráðnum.

Í spurnakanning, sum varð gjørd í 2019, søgdu 32,2 prosent av teimum spurdu, at tey eta køku, sjokulátu, ís og bomm dagliga, meðan 50,2 prosent søgdu seg eta hetta 1-4 ferðir um vikuna.

Til spurningin um, hvussu ofta tey eta kips, poppkorn o.a., og skundverð sum pitsa, burgara, pylsu og fisk og kips, svaraðu tey flestu, at tey eta hetta 1-3 ferðir um mánaðin, ella sjáldan ella ongantíð.

Bert ein góður fjórðingur av teimum spurdu – 24,1 prosent – søgdu, at tey eta kips, poppkorn o.a. dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, meðan 19,1 prosent søgdu seg eta skundverð dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.

Mest kvinnurnar sum eta bomm og køku

Í øllum aldursbólkum undir 60 ár vóru tað mest kvinnurnar, sum søgdu seg eta køku, sjokulátu, bomm ella ís dagliga, meðan tað varð javnt býtt í aldurbólkinum 60-85 ár.

Eitt nú søgdu 45 prosent av kvinnunum í aldrinum 30-44 ár, at tey eta køku o.a. hvønn dag, ímeðan hetta bert er galdandi fyri 29 prosent av monnunum í sama aldursbólki.

Tað er serliga tey ungu, sum eta kips, poppkorn o.a. 81 prosent av teimum 60-85 ára gomlu søgdu, at tey sjáldan ella ongantíð eta kips, meðan tað sama bert var galdandi fyri 25 prosent av teimum undir 45 ár.

Tey ungu eta mest skundverð

Eisini er tað serliga tey ungu, sum í størri mun eta skundverð.

49 prosent av teimum 18-29 ára gomlu og 25 prosent av teimum 30-44 ára gomlu eta skundverð 1-4 ferðir um vikuna ella oftari. Hetta er einans galdandi fyri 3 prosent av teimum 60-85 ára gomlu.

76 prosent av teimum, sum eru eldri enn 60 ár, siga seg sjáldan ella ongantíð eta skundverð. Einans 11 prosent av teimum í aldrinum 18-29 ár søgdu tað sama.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder