Uttanlands

Merkel: Vit eru enn í byrjanini av koronakreppuni

Týskarar brynja seg til at taka ímóti næstu bylgju, upplýsti samveldiskanslarin í morgun

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-23 08:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn eru ongi útlit til ein enda á heimsumfatandi korona-umfarsóttini í nærmastu framtíð.

So døpur er metingin hjá týska samveldiskanslaranum, Angela Merkel.

Í morgun var hon á røðarapallinum í Ríkisdegnum í Berlin fyri at geva eina dagføring av korona-støðuni.

- Vit eru ikki nærhendis endanum av hesi umfarssótt, men eru framvegis í byrjanini, sigur Angela Merkel.

Enn er Týskland sloppið nøkulunda gjøgnum kreppuna. Higartil eru 5.315 koronasjúklingar deyðir, og hetta verður ikki mett at vera eitt høgt tal. Als ikki í mun til onnur evropeisk lond, sum hava skrásett yvir 20.000 deyðstilburðir, skrivar Ritzau.

Angela Merkel metir, at týska heilsuverkið nú eru væl brynjað til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum koma. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder