placeholder
Uttanlands

Melduródnin elvdi til jarðskjálvtar

Enn er ikki trygt hjá fólkinum í Filipsoyggjunum

Mynd: TV2

Mynd: TV2

2018-09-17 17:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast Manghkut-ódnin, herviligasti tropiski stormurin í ár, er farin víðari, elvdi hon til, at uml. 50 jarðskjálvtar hava rakt Filipsoyggjarnar. 

Sambært TV2 hava í minsta lagið 35 fólk latið lív, og vandi er fyri, at uppaftur fleiri eru undirkavaði í rununi. 

Umboð hjá filipinska herinum sigur, at leitað verður enn eftir 36 fólkum, ið eru horvin.

Í Ucab, ein av bygdunum, ið varð rakt av jarðskjálvtunum, vórðu bert 3 fólk bjargað, og 55 eru horvin, harímillum 6 børn.

Løgreglan, sløkkiliðið, herurin og sjálvboðin hava savnað uml. 300 fólk, ið royna at leita eftir fólki millum steinar og runu.

Melduródnin Manghkut rakti Hong Kong í gjár og er nú á veg inn yvir Kina.

Les eisini: 14 fólk deyð í ódnarveðri í Filipsoyggjunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder