Heldur tú, at ælabogateigur skal vera í Steinatúni?
Tað hevur verið heita evnið seinastu dagarnar, og í dag hevur verið møguligt at greitt atkvøðu á Portalinum um hetta. 11.000 brúkarar hava svarað síðani vit løgdu atkvøðugreiðsluna út stutt fyri døgurða.
Meira enn helvtin av teimum sum hava svarað, 59 prosent, siga nei. Tey ynskja ikki ein ælabogateig í Steinatúni. 30 prosent halda hinvegin at ein ælabogateigur skal vera har, meðan 11 prosent hava svarað "mær tað sama".
![]()
Tey sum hava fylgt við seinastu tímarnar hava sæð, at tølini ikki eru broytt stórvegis. Hetta er tí, at so mikið nógv hava atkvøtt, og har skal nógv til fyri at flyta hendan ella handan vegin.
Les eisini: Elsa Berg: Ein varandi loysn til ælabogan skal finnast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald