Innanlands

MEA kann nú veita ókeypis par-skeið til nýggj foreldur

Hetta er í samstarvi við Center For Familieudvikling og letur seg millum annað gera, tí Almannamálaráðið og fleiri kommunur í Føroyum eru við til at stuðla undir. Endamálið er at skapa tryggleika og trivnaði í samspælinum millum menniskju

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, og Mattias Stølen Due, stjóri fyri Center For Familieudvikling í Danmark

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, og Mattias Stølen Due, stjóri fyri Center For Familieudvikling í Danmark

2021-04-15 18:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stovnurin MEA - húsið fyri familjumenning - fer nú undir at bjóða øllum pørum, ið gerast foreldur fyri fyrstuferð, ókeypis par-skeið. Hetta letur seg gera, nú Almannamálaráðið og fleiri kommunur í Føroyum eru við til at stuðla undir.

- Endamálið hjá MEA er at arbeiða fyri tryggleika og trivnaði í samspælinum millum menniskju. Vit vilja styrkja relatiónir og fyribyrgja mistrivnaði gjøgnum upplýsing og útbúgving – til gleði fyri børn, ung og vaksin. Vit vilja vera við til at styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað sigur Vígdis Skorheim, ið er leiðari fyri MEA.

- Fyri nøkrum árum síðani gjørdu vit samstarv við Center For Familieudvikling í Danmark, ið hevur arbeitt á hesum øki í fleiri ár, og hevur drúgvar royndir. Vit hava eitt nú skipað fyri ráðstevnum, fyrilestrum og skeiðum, men nú víðka vit um tilboðið, os øll, ið gerast foreldur fyrstuferð, kunnu fáa ókeypis par-skeið sigur Vígdis, ið eisini fegnast um, at løgtingið hevur játtað pening til at arbeiða fyribyrgjandi.

Lagt verður eftir at koma út í nærum hvønn krók í Føroyum, so tilboðið kann veitast í nærumhvørvinum. Í juni verður heimasíðan dagførd, so møguligt verður at tekna seg til skeiðini, og velja júst tað skeiðið, ið hóvar einum best.

MEA
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder