Innanlands

Marstyrlan sendir myndir til jarðar

Nasa-granskarar kunnu nú gera 3D modell av skorpuni á mars

(Mynd: Nasa)

(Mynd: Nasa)

2021-08-05 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rúmdarstovnurin Nasa hevur nú megnað at gera 3D modell av skorpuni á gongustjórnini mars út frá myndum, sum rúmdartyrlan Ingenuity hevur tikið.

Tað skrivar Nasa í tíðindaskrivi.

Ingenuity er ein lítil tyrla ella drona, sum fyrr í februar kom til mars saman við rúmdarakfarinum Perseverance.

Í apríl kundi Nasa upplýsa, at tyrlan hevði flogið yvir mars á fyrsta sinni.

Í juli eydnaðist tað tyrluni at koma upp í 12 metra hædd og skifta kós nakrar ferðir. Á ferðunum tók tyrlan tilsamans tíggju myndir í litum.

Tað eru hesar myndir, sum hevur givið verkfrøðingum og granskarum hjá Nasa møguleika at gera eina 3D mynd av marsskorpuni, skrivar Ritzau.

Tað er serliga eitt heyggjalandslag á mars, sum hevur vakt áhugan hjá granskarunum.

- Í 3D kennist tað næstan, sum ein kann rætta út og nerta við heyggirnar, sigur Kevin Hans, granskari á Nasa.

Umframt tað serliga við at uppliva trívíddar modell, er møguligt at fáa eyga á staklutir, sum annars høvdu verið truplir at sæð, greiðir hann frá.

Meðan lítla 1,8 kilo tunga tyrlan flýgur runt og tekur myndir, koyrir Perseverance runt á reyðu gongustjørnuni og savnar inn tilfar. Hetta tilfar skal eftir ætlan goymast og heintast aftur til jarðar á komandi marsferðum.

Les eisini:

Eydnaðist Perseverance at lenda

Tyrlan er lend á mars 

Fyrilesturin hjá marsmanninum í Kongshøll  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder