Sunnudagin letur markið millum Egyptaland og Rafah í sunnara parti av Gazageiranum uppaftur, upplýsa ísraelskir myndugleikar.
Sambært Reuters verður hetta fyrstu ferð síðan mai 2024, at markið letur upp fyri sivilfólki.
Tað varð frammanundan boðað frá, at Ísrael ætlaði sær at lata markið við Rafah uppaftur, tá líkið av síðsta ísraelska gíslanum varð flutt úr Gaza, og tað hendi mándagin.
Les eisini: Ísrael fingið líkini av øllum gíslunum
Talan er um eina avmarkaða upplating fyri fólk, sum eru til gongu. Endamálið er at loyva palestinum í Egyptalandi aftur til Gaza. Hetta er tó bert galdandi fyri fólk, sum fóru úr Gaza undir krígnum, og sum verða trygdargóðkend av Ísrael, skrivar Ritzau.
Hetta var ein týðandi partur av fyrsta stigi í amerikonsku friðarætlanini fyri Gaza, sum varð góðkend í oktober.
Ísrael ætlar at loyva umleið 150 fólkum um dagin innaftur í Gaza.
Hjálparfelagsskapurin Reyði Krossur mælir til, at karmarnir fyri upplating av markinum verða víðkaðir, so neyðhjálp eisini fæst inn, tí tað er torført, tá fólk bert sleppa inn til gongu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald