Uttanlands

Marius var við at føra kongskistuna gjøgnum slotssalirnar

Myndir: Í dag var kistan við Harald kongi hátíðarliga førd gjøgnum salirnar á kongsslottinum og sett í slotskapellið, har almenningurin fær høvi at ganga fram við kistuni.

Høgru megin kistuna ganga Haakon kongur, Sverre Magnus prinsur og Marius Borg Høiby (Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

Høgru megin kistuna ganga Haakon kongur, Sverre Magnus prinsur og Marius Borg Høiby (Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-08-31 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fostursonur Haakon kong av Noregi, tann fongslaði Marius Borg Høiby, var við til at føra kistuna við Haraldi kongi gjøgnum norska kongsslottið, tá kistan í dag varð førd gjøgnum kongshøllirnar og inn í slotskapellið.

Kistan við Harald kongi var fríggjadagin førd gjøgnum gøturnar í Oslo til kongsslottið, har hon var stillað í reyðu salongina á slottinum.

Seinnapartin í dag varð hon so førd víðari til kapellið. Undir kongsflagginum varð kistan við kongi førd av børnum og abbabørnum gjøgnum fleiri av slotssalunum.

Undir liðini á kistuni gingu Haakon kongur, Ingrid Alexandra krúnprinsessa, Sverre Magnus prinsur, Märta Louise prinsessa og døtur hennara Maud Angelica, Leah og Emma Tallulah og so Marius Borg Høiby.

Aftan fyri kistuna gingu Mette-Marit drotning og Sonja drotning hond í hond.

Tað var heilt kvirt, meðan kistan varð førd gjøgnum slottið.

Løgreglan upplýsti fyrr í dag fyri TV2, at Marius Borg Høiby hevur fingið loyvi at vera við, tá kistan varð førd gjøgnum slottið, og eisini til sjálva jarðarferðina, sum verður mikudagin 9. september.

Høiby situr í varðhaldi við fótfjøtri á Skaugum, bústaðnum hjá foreldrunum.

Marius var um trý ára aldur, tá mamman, Mette-Marit Tjessem Høiby, sum hon tá æt, gjørdist unnusta við táverandi Haakon krúnprins.

Tann kvirra ferðin gjøgnum kongsslottið var eisini seinasta farvæl hjá starvsrólkunum á slottinum, sum hava havt Harald kong sum stjóra í nógv ár. Tað arbeiða 140 fólk á slottinum.

Úr reyðu salongini gekk leiðin gjøgnum gulu salongina, spegilssalin, dagliga spísisalin, lítla veitslusalin og stóru veitsluhøllina, skrivar NRK.

Framman fyri kistuni gekk Olav Heian-Engdal, hovovasti, sum bar kongskrúnuna á eini pútu, og eftir hann gekk leiðarin fyri kongaligu skrivstovuna, Gry Ulverud, við kongaliga svørðinum.

Aðrir limir i hovleiðsluni bóru teir tignarligastu norsku, donsku, svensku og bertsku ordanirnar hjá deyða konginum.

Í stóru veitsluhøllini tók adjútantsleiðslan yvir, og førdi kistuna víðari til slotskapellið.

Nú verður kistan við Harald kongi standandi í slotskapellinum fram til jarðarferðina 9. september. Her fara kadettar frá herskúlanum at standa vakt.

Kongskrúnan, ríkissvørðið  og tjóðarveldisteknini, sum ímynda kong sum landsins stjóra og verja, verða lagdar á kistuna.

Møguleiki verður hjá almenninginum at ganga spakuliga fram við kistuni fyri at siga kongi farvæl alle komandi vikuna fram til týsdagin 8. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder