placeholder
Mentan

Maria Ronnisdóttir á Heygum framførir á Summar Festivalinum

Tað er fyrstu ferð, at hon skal tað. Unga og evnaríka songkvinnan fer at hava Leo Lávík, Lea Kampmann, og Benjamin Tausen við sær á pall í Klaksvík í august

Maria fer millum annað at framføra kenda sangin

Maria fer millum annað at framføra kenda sangin "Á ferð í dreymaland", sum mamma Mariu, Rúna á Heygum, sang á útgávu hjá Terja og Føstufressum

2023-05-04 21:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evnaríka songkvinnan Maria Ronnisdóttir á Heygum fer nú at framføra á Summar Festivalinum i fyri fyrstu ferð.

Hesum boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi í dag.

- Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart við seg við útgávu av frálíka sanginum "Góðan morgun mín kæri" og við framúr framførslu á stOVEtónum í Nólsoy, har Birgir Kruse kallaði hana eina stjørnu í bloggi um tiltakið.

Á Summar Festivalinum fara Leo Lávík (gittar og kór), Lea Kampmann (violin og kór) og Benjamin Tausen (klaver) at spæla saman við Mariu.

Boðað verður frá, at tey fara at spæla sangir sum "Brævið", "Hallelujah" - í týðing av Georg Eystaná - og kenda sangin "Á ferð í dreymaland", sum mamma Mariu, Rúna á Heygum, sang á útgávu hjá Terja og Føstufressum.  

Maria R. á Heygum fer at spæla á Torginum, ið er tann minsti av teimum trimum pallunum á festivalinum - sum er staðsettur mitt á økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder