Politiið hevur nú tikið málið um deyðan hjá 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen uppaftur.
Maria druknaði við byrgingina í Hvannasundi tann 21. november 2012, og málið hevur fleiri ferðir verið uppi og vent aftur hjá kriminaldeildini.
Unga gentan hevði tá ikki verið sædd í eitt samdøgur. Tá politiið fekk fráboðanina um horvnu gentuna, høvdu fólk, sum leitaðu, longu funnið hana í sjónum sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin.
Staðfest var tá, at Maria var druknað.
Málið fekk tó ikki ein enda tá, tí líkið av Mariu varð grivið uppaftur í sambandi við eitt kníválop í Norðdepli 14. juli í 2013, tá ið fýra fólk vórðu stungin av einum 18 ára gomlum manni - sum Maria áður hevði havt samband við. Sambært leiðaranum á kriminaldeildini Bergleif Brimvík var líkið grivið upp aftur fyri at binda um heilan fingur.
Niðurstøðan av næstu obduktiónini var tó hin sama - Maria var druknað.
Nú heitir løgreglan so aftur á fólk um at siga frá sum skjótast á tlfnr 114, um tey halda seg vita nakað. Løgreglan sigur, at endamálið við at taka málið upp aftur er at lýsa málið so gjølla sum til ber. Í tí sambandi er umráðandi, at øll sum hava eina vitan um málið, venda sær til politiið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald