Eitt stórt fet er nú tikið móti einum nýggjum Ítróttarháskúla í Suðuroy.
MAP Arkitektar vann arkitektakappingina um at tekna framtíðar skúlan, sum skal gerast ein týðandi miðdepil fyri ítrótt og útbúgving í Føroyum. Hetta var kunngjørt á hátíðarløtu í Vági fríggjadagin seinnapartin.
Hetta er enn ein stór viðurkenning til teknistovuna, sum áður hevur vunnið 1. virðisløn í kappingunum um millum annað bæði Tjóðpallin og Stórutjørn.
– Vit eru ovurfegin um at vinna hesa kappingina, sigur Heidi Poulsen arkitektur.
– Fólkini handan verkætlanina eru eldsálir, sum brenna fyri at skapa eina serstaka og mennandi skúlauppliving fyri okkara ungu. Tað gleða vit okkum veruliga til at vera ein partur av.
![]()
1. virðisløn er úrslit av drúgvum arbeiði, har nógv orka er løgd í uppskotið sigur Rúni Abrahamsen arkitektur.
– Vit geva okkara hjartablóð í hesum arbeiði, og tí er tað gleðiligt, at hendan verkætlanin tykist at gerast veruleiki og ikki endar við at fáa somu lagnu sum Tjóðpallurin.
Á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy er viljin stórur, og arbeiðið fer væntandi í gongd beinanvegin. Málið er greitt: at gera vinnandi uppskotið hjá MAP til veruleika innan fá ár.
![]()
Kappingin var ein innboðin arkitektakapping, millum nakrar av fremstu teknistovunum. Luttakarnir vóru umframt MAP Arkitetkar, Henning Larsen, NA og Brim Arkitektar.
MAP Arkitektar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald