Innanlands

Manskórið hevur jólakonsert í Vesturkirkjuni

Ikki líka nógv sleppa inn hesaferð, men møguleiki verður at fylgja við á netinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-11-30 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Manskór aftur í ár fyri jólakonsert í Vesturkirkjuni. Hesaferð verður konsertin sunnukvøldið 6. desember, og enn sum áður eru tað Bjarni Restorff og Kári Bæk, sum stjórna manskórinum.

Men tað er næstan bara tað, sum hevur verið vanligt, tá vit tosa um sangárið 2020.

Tá árið byrjaði hevði Tórshavnar Manskór stórar ætlanir saman við Karlakóri Reykjavíkar um jólakonsertir, bæði her og í Reykjavík, saman, men tað fór sum so mangt annað í hesum tíðum í vaskið.

Men tá ein hurð letist aftur, letist ofta ein onnur upp, og soleiðis var eisini í hesum førum. Tí ístaðin hevur manskórið fingið Elina Brimheim Heinesen at framføra sangin ”Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum pápi hennara, Jens Pauli Heinesen, hevur yrkt, og sum Elin sjálv hevur gjørt lagið til, saman við kórinum.

Nógv tann størsti parturin av konsertini verður føroyskur, men kórið syngur eisini ein latínskan sang, ein danskan og og ein enskan áðrenn endað verður við teimum báðum kendastu føroysku jólasangunum, “Føgur er foldin” og “Gleðilig jól”.

Jólakonsertin er eitt av teimum heilt stóru tiltøkunum hjá Tórshavnar Manskóri, og ár undan ári hevur kórið fylt Vesturkirkjuna við áhoyrarum, men eisini tað verður øðrvísi í ár, tí myndugleikarnir loyva bara, at fólk sita á øðrum hvørjum beinki.

Jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður í Vesturkirkjuni sunnukvøldið 6. september klokkan 19.30. Tey sum ikki sleppa til konsertina í kirkjuni hava møguleika at hyggja á netinum, tí konsertin verður stroymd á heimasíðuni hjá kirkjuni, www.vesturkirkjan.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder