Innanlands

Málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin fara helst ígjøgnum 19. mai

Nú eru 3. viðgerðirnar av hesum stóru og nógv umrøddu málunum ásettar til sama dag. Broytingar verða helst gjørdar í uppskotinum um at fara at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn. Hon, og flokkurin, vilja hava pensónjsaldurin upp, um Suðuroyartunnilin skal samtykjast (Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn. Hon, og flokkurin, vilja hava pensónjsaldurin upp, um Suðuroyartunnilin skal samtykjast (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-02 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hava verið nógvar atfinningar móti løgmanni og Løgmansskrivstovuni í sambandi við málið um Suðuroyartunnilin.

Sí eisini: - Gera Smyril so dýran sum møguligt og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt

Sí eisini: Nú svarar Løgmansskrivstovan aftur

Samstundis hevur serliga Javnaðarflokkurin - men sanniliga eisini samgongan sum heild- fingið høgg fyri at vilja hækka pensjónsaldurin tii 70 ár. Hatta á sosialu miðlunum men eisini í sambandi við 1. mai dagshald í gjár, har tað varð skýrt eitt "stættasvik" av vinstrahallu flokkunum.

[object Object]

[object Object]
Til 1. maidagshaldið í gjár (Myndir: Føroya Arbeiðarafelag)

Politikkarar sum heild fáa eisini nógvar atfinningar á serliga sosialu miðlunum, tí at man samstundis ikki koyrir egna pensjónsaldur upp.

Tað er so at siga einki, ið bendir á, at stóru málini um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin ikki fara ígjøgnum. Bert fýra atkvøður vóru ímóti tí seinna í gjár; eftir eina viku har nógv óvissa varð sádd.

Politisk semja er um at fara í gongd at projektera og bjóða út, men ynski er tó um størri vitan og eisini onkrar broytingar. Hetta hevur Aksel V. Johannsen lovað at hugt eftir fram til 19. mai, tá 3. viðgerð av málinum verður.

[object Object]
Aksel V. Johannesen hevur verð fyri trýsti á ymiskan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Løgtingið samtykti Suðuroyartunnilin við greiðum meiriluta

Tað er nú endaliga greitt, at henda sama mánadag skal hækkan av pensjónsaldrinum fyri. Tingfundur er í løtuni, men málið er útsett. Hetta má vera tí, at tað á ymsan hátt hongur saman við hinum stóra málinum.

Framsókn og Ruth Vang hava áðrenn gjørt greitt frá, at man ikki tekur undir at gera  ein Suðuroyartunnilin, uttan at pensjónsaldurin verður hækkaður skjótari. 

Politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, segði tó fyri lítlari løtu síðani í Útvarpstíðindunum, at hann væntar, at hetta heldur er eitt krav frá Javnaðarflokkinum: At málini skulu til 3. viðgerð sama dag. Hetta kann vera fyri at tryggjað, at alt fer ígjøgnum.

[object Object]

Tingskráin fyri mánadagin 19. mai (Mynd: logting.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder