Gamla vatnverkið í Kollafirði er ótíðarhóskandi. Hetta staðfestir Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at ætlanin um at gera eitt nýtt vatnverk í Kollafirði verður kunngjørd.
Hetta málið kemur fyri býráðið í kvøld. Tekniska nevnd og fíggjarnevndin hava tikið undir við at byrja arbeiðið beinanvegin og at játta 4 milliónir til vatnverkið.
Ætlanin er at brúka lendið til dagsstovnin, ið liggur tætt við, og at leggja nýtt vatnverk vestanfyri Læknamiðstøðina við Sjógv, skrivar torshavn.fo.
- Vatnverkið verður av sama slagi sum tey í Kaldbak og á Velbastað við sandfiltrum og UV-geisling. Vatnverkið hevur egna elveiting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald