Innanlands

Málið um møguligt valsvik í Oyndarfyri í Landsrættinum í dag

Í februar varð ein maður fríkendur fyri valsvik í sambandi við kommunuvalið í Oyndarfirði, men ákæruvaldið kærdi dómin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-17 08:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsrætturin viðger í dag málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði í sambandi við kommunuvalið 12. november 2024.

Tað skrivar Kringvarpið.

Ein maður varð 27. februar fríkendur fyri valsvik í Oyndarfirði, men ákæruvaldið valdi at kæra dómin, og nú fer Landsrætturin at viðgera málið.

Málið, sum er tað fyrsta um valsvik í Føroyum, snýr seg um ein atkvøðuseðil í Oyndarfirði, sum eftir fínteljing varð ógildaður, tí hann hevði tveir krossar. Hetta hevði við sær, at tað stóð á jøvnum millum tvey valevni, og varð tí avgjørt við lutakasti, hvør varð valdur í Runavíkar býráð.

Tá málið var fyri í Føroya rætti, kravdi ákæruvaldið fýra mánaða fongsul, meðan verjin kravdi frídøming ella treytaðan dóm. Verjin krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder