Innanlands

Málið um Liljuna Weihe: Her er niðurstøðan

Mentamálaráðið hevur biðið Kringvarpið viðgera málið av nýggjum

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-14 13:24 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Nú er niðurstøða loksins komin í málinum um Liljuna Weihe, sum kærdi avgerðina hjá fyrrverandi stjóranum á KVF um at flyta seg í nýtt starv. 

Niðurstøðan í málinum er, at KVF ikki hevur borið seg rætt at, tá Liljan Weihe er flutt í nýtt starv. Mentamálaráðið sigur, at nýggja starvið er ov øðrvísi frá tíðindaleiðarastarvinum, og tí skuldi Liljan verði uppsøgd við tilboði um nýtt starv. Tá hevði tað verið roknað sum uppsøgn, um Liljan ikki tók av nýggja starvinum. 

Tá Liljan Weihe fyrstu ferð kærdi avgerð um at uppsiga seg, varð niðurstøðan í málinum, at uppsøgn var eitt ov víðgongt stig. Mentamálaráðið segði tá, at onnur stig áttu at verði tikin, áðrenn hon varð uppsøgd.

Tað var við hesi niðurstøðu sum grundgeving, at Johnny í Gótinum, táverandi kringvarpsstjóri, valdi at flyta tíðindaleiðaran í nýtt starv. Men mannagongdin hevur verið skeiv í málinum, staðfestir Mentamálaráðið. 

Mentamálaráðið sigur eisini, at tað ikki kann avvísast, at tað hevði verið roknað sum eitt hóskandi stig, um KVF hevði uppsagt Liljuna við tilboði um nýtt starv heldur enn at hon varð flutt í annað starv. 

Við nevndu grundgevingunum er endaliga niðurstøðan, at KVF skal viðgera málið av nýggjum. Óvíst er tí nú, hvat hendir í málinum. Partarnir í málinum hava higartil ikki vilja úttalað seg. 

Til ber at lesa niðurstøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder