Innanlands

Málið um gongd í haga má loysast

Í útgangstøðinum skal vera ókeypis at ganga í haganum, og munur skal ikki gerast á føroyingum og útlendingum, heldur Framsókn

(Savnsmynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

2021-06-05 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsins leiðsla má koma til eina niðurstøðu um, hvussu vit í Føroyum skipa gongd í haga.

Tað heldur Framsókn, sum fyri stuttum hevði ársaðalfund. Eitt av átroðkandi málunum sum skulu loysast komandi tíðina er málið um gongd í haga.

- Ikki bara við ferðavinnuni fyri eyga, men eisini um føroyingin, sum gongur í haganum. Ferðavinnan er íkast til búskapin og skapar størv og virksemi kring alt landið, eisini har tað annars er avmarkað virksemi. Tí eiga vit at skapa henni karmar, soleiðis at vit best liva av og liva við ferðavunnuni, sigur flokkurin.

- Í útgangstøðinum skal vea ókeypis at ganga í haganum. Munur skal ikki gerast á føroyingum og útlendingum, men skiljast skal ímillum privat og vinnuligt.

- Har gongd í haga er partur av vinnuligum virksemi, skal ágóði koma økinum til góðar. Har tað er neyðugt, eitt nú har serliga nógv fólk vitja, skulu avmarkandi átøk gerast við atliti at íbúgvum, seyða- og djórahaldi, náttúru og umhvørvi, heldur Framsókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder