- Hetta er eitt starvsfólkamál og tað liggur útilokandi hjá Kringvarpsstjóranum, sigur Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum. Hann greiðir eisini frá, at tað ikki ávirkar málið, at Kári Sólstein einans er settur sum fyribilsstjóri í Kringvarpinum.
Kári Sólstein hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann ikki vil úttalað seg til miðlarnar um málið, tí tað er eitt starvsfólkamál. Tað var eisini støðan, tá Portal.fo ringdi til hann í morgun, áðrenn niðurstøðan í málinum var almenn.
Rúni Heinesen vil heldur onki siga um, nær stýrið fer at søkja eftir nýggjum stjóra. Kári Sólstein varð settur sum fyribilsstjóri, tá Johny í Grótinum og Kringvarpsstýrið gjørdu uppsagnaravtalu fyrr í ár.
Les eisini: Her er niðurstøðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald