Innanlands

Málið hóttir samgonguna

Brýtur Johan Dahl samgonguavtaluna, sigur hann í grundini samstarvið upp, sigur Bill Justinussen

Bill Justinussen (Mynd: Sverri Egholm)

Bill Justinussen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-21 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Johan Dahl legði í gjár eina bumbu undir samgonguna, tá hann í álitinum í vinnunevndini, segði seg taka undir við andstøðumeirilutanum í nevndini í málinum rættin hjá samkyndum foreldrum.

Les eisini: Fer ímóti samgonguni: Johan Dahl mælir til at samtykkja uandstøðuppskotið um rættin hjá samkyndum foreldrum

Hetta kemur óvart á Miðflokkin. Bill Justinussen, tingmaður, sigur við útvarpið í kvøld, at hetta er avtalubrot.

- Tá man brýtur eina samgonguavtalu, so sigur man í grundini samstarvið upp, sigur Bill Justinussen við útvarpið.

- Vit hava gjørt eina samgonguavtalu, og í tí samgongusavtaluni hevur Miðflokkurin slúkt nógvar kamelar. Millum annað at bakka hjúnabandslógina aftur, men vit blivu samd um, at á hasum økinum eru sjónarmiðini ymiskt, og tí gera vit einki á hasum økinum, greiðir hann frá.

- Vit hava hildið at vit høvdu eina semju, eisini við Johan Dahl, og tí kemur tað óvart á okkum, at hann nú ikki ynskir at halda ta avtaluna. Tað er álitisbrot, sigur Bill Justinussen.

Bill Justinussen sigur, at Johan Dahl og Sambandsflokkurin mugu fyrst og fremst taka avleiðingarnar av, at sambandstingmaðurin ikki kann halda seg til samgonguskjalið.

ABH-samgongan telur 17, men hevur eisini gott samstarv við Kristin Michelsen og Sjálvstýri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder