placeholder
Innanlands

Majken Sandá er nýtt trivnaðarfólk hjá Vágs kommunu

Hon hevur verið hjá kommununi síðani 2019, har hon millum annað hevur verið skrivstovulærlingur. Majken hevur tó eisini millum annað starvast í fíggjarheiminum sum bankaatstøðingur og skal nú millum annað røkja móttøkuna í kommununi.

- Eftir lokna læru hevur Majken starvast í Miðlatúni. Umframt hetta, so hevur Majken starvast í fíggjarheiminum sum bankaatstøðingur. Majken er eisini útbúgvin kosmetolog og hevur verið sjálvstøðuvinnurekandi í 14 ár. Hon byrjaði í nýggja starvinum í gjár (Mynd: vagur.fo)

- Eftir lokna læru hevur Majken starvast í Miðlatúni. Umframt hetta, so hevur Majken starvast í fíggjarheiminum sum bankaatstøðingur. Majken er eisini útbúgvin kosmetolog og hevur verið sjálvstøðuvinnurekandi í 14 ár. Hon byrjaði í nýggja starvinum í gjár (Mynd: vagur.fo)

2023-02-02 22:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vágs kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at Majken Sandá er sett í starv sum nýtt trivnaðarfólk.

Starvið, sum trivnaðarfólk, er eitt samansett móttøku-, samskipara- og skrivstovustarv, og vagur.fo skrivar soleiðis um arbeiðisuppgávurnar.

Trivnaðarfólkið kemur at røkja móttøkuna í kommununi og samskipað og fyriskipað tiltøk, sum tæna kommununi í breiðum høpi. Trivnaðarfólkið kemur eisini at røkja skrivstovuuppgávur, sum antin standast av áðurnevndu uppgávum hjá trivnaðarfólkinum og aðrar fyrisitingarligar uppgávur í umsitingini.

Majken Sandá er ikki ókend sum satarvsfólk hjá kommununi. Hon var avloysari í Miðlatúni frá 2019, til hon gjørdist skrivstovulærlingur í 2021, Eftir lokna læru hevur Majken starvast í Miðlatúni. Umframt hetta, so hevur Majken starvast í fíggjarheiminum sum bankaatstøðingur. Majken er eisini útbúgvin kosmetolog og hevur verið sjálvstøðuvinnurekandi í 14 ár, skrivar vagur.fo

Majken byrjaði í starvinum í gjár, 1. februar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder