placeholder
Innanlands

Magn á sølulista kortini

Íslendski keypsskálin boðar frá, at Magn er til sølu. Og áhugi er at keypa føroyska orkufelagið

(Mynd: Magn)

(Mynd: Magn)

2021-04-15 21:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað frættist í januar, at føroyska orkufelagið Magn var til sølu. Nakrar dagar seinni segði íslendski eigarin, Skeljingur, hetta verða følsk tíðindi, men nú føroyska felagið fyri vist til sølu.

Skeljingur hevur heitt á bankan “Kvika” um at standa fyri søluni. Sambært einari fráboðan frá íslendska keypsskálanum, eru áhugaðir keyparar. Boðað verður frá, at okkurt nýtt verður at frætta um í nærmastu framtíð, visti Dagur og vika í kvøld.

Kvika banki hevur almannakunngjørt fíggjarætlanina fyri 2021 hjá Magn og felagnum Demich, sum Magn eisini eigur. Sagt verður, at áhugi er fyri at keypa.

Magn er eitt gullegg, og hevur havt tilsamans 180 milliónir í avlopi seinastu fimm árini. Methøgt vinningsbýti varð eisini lutað út í vinningsbýti í fjør, tá íslendsku eigararnir fingu 93 milliónir úr felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder