Mentan

Maggie Reily verður at hoyra á Voxbotn

Skotska songkvinnan gjørdist heimskend í áttatiárinum við serliga Moonlight Shadow, sum hon og Mike Oldfield stóðu fyri. Nú 66-ára gamla Reiley fer helst eisini at framføra millum annað Everytime We Touch í Vágsbotni síðst í juni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-05 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani kunngjørdi voxbotn.fo, at skotska songkvinnan Maggie Reilly kemur á OY Voxbotn 2023.

- Reilly er kend fyri sítt samstarv við komponistin Mike Oldfield, sum veruliga setti gongd á hennara heimsstørnu – yrkisleið. Við hesum samstarvinum, komu hitt sum Family man (1982), Moonlight Shadow (1983), Foreign Affair (1983) og To France (1984).

Har er tað serliga Moonlight Shadow, ið framvegis er ógvuliga kendur. Fleiri tónleikarar hava síðani eisini "endurnýtt" hendan sangin og givið hann út í øðrvísi búna. Tað sama kann sigast um Everytime We Touch, ið var partur av vælumtóktu fløguni " Echoes" frá 1992. Cascada nýtti heitið og niðurlagið á hesum til at gera eitt Europop- og klubbhitt tíðliga í hesari øldini.



Kelda: Youtube

Hittini í 1980'unum og útgávan í 1992 hava givið nógv heimshitt, og tey fer Maggie Reiley at framføra á Voxbotn 23. ella 23. juni. 

Heimasíðan voxbotn.fo skrivar annars soleiðis um songkvinnuna, ið er tann seiansta í røðini, sum er kunngjørt:

- Reilly var fødd 15. Septembur 1956. Hon er frá Skotlandi og uppvaksin í Glasgow. Ì byrjanuni av hennara karrieru spældi hon við einum jazz/funk bólki og í 1992 útgav hon solo útgávuna Echoes, ið staðfesti hennara status sum tónleikastjørna. Seinastu fløgurnar frá henni komu í 2009 (Looking Back, moving forward) og í 2013 (Heaven Sent). Hon hevur eisini samtarvað við nógvum tónleikarum, m.a. Smokie, ið eru væl dámdir í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder