Uttanlands

Magdalena Andersson tekur helst yvir í Svøríki

Er innstilla at gerast forkvinna í flokkinum nú Stefan Löfven leggur frá sær

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-29 17:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður eftir øllum at døma Magdalena Andersson, sum yvirtekur sessin sum leiðari fyri svensku sosialdemokratarnar.

Valnevndin hjá flokkinum hevur valt at mæla til, at velja sitandi fíggjarmálaráðharra til forkvinnu fyri Stefan Löfven, sum í august boðaði frá, at hann leggur frá sær.

Floksleiðaraskiftið verður tó ikki alment fyrr enn á ársfundinum hjá flokkinum fyrst í november mánaði.

Magdalena Andersson hevur staðið á odda fyri svenska fíggjarmálaráðnum í sjey ár, og hon hevur tí drúgvar royndir við stjórnararbeiði, skrivar svenska kringavarpið.

Löfven gevst sum forsætisráðharri í november, og lagt er upp til at nýggi leiðarin í svenska javnaðarflokkinum eisini verður tann, ið verður stjórnarleiðari.

Í síðsta enda er tað tó svenska tjóðartingið, Riksdagen, sum ger av, hvør verður forsætisráðharri ella -kvinna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder