Innanlands

Mæla frá óneyðugari koyring um Gøtueiði

Gevast at grava klokkan 21. Oyndarfjarðarvegurin og Gjáarvegurin eru stongdir fyri í kvøld

(Mynd: Vevmynd av Gøtueiði / Landsverk)

(Mynd: Vevmynd av Gøtueiði / Landsverk)

2020-03-02 20:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er hált um alt landið, og tað eru stak vánalig koyrilíkindi um Gøtueiði. Hesum boðar Landsverk frá í kvøld.

Nakað av kava er komin niður í kvøld, og Landsverk gevst at grava klokkan 21, og mæla frá óneyðugari koyring um Gøtueiði.

Oyndarfjarðarvegurin og Gjáarvegurin eru stongdir fyri í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder