Innanlands

Maður funnin flótandi í Runavíkar Havn í gjár

Maðurin, sum er føroyingur, er deyður – Meira verður ikki upplýst

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-07 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ein maður funnin flótandi í Runavíkar Havn.

Fyrstahjálp varð givin, men maðurin var deyður.

Talan er um ein føroying, og tey avvarðandi hava fingið boð, sigur løgreglan við Útvarpið. Málið verður kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder