Mentan

M! kosið Sigrun Johannesen til Instababe hesa vikuna

M! hevur valt toftadamu til Instababe

Mynd: Sigrun Johannesen / Instagram

Mynd: Sigrun Johannesen / Instagram

2018-08-08 18:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sigrun Johannesen av Toftum er sonevnd Instababe hesa vikuna hjá mannfólkamiðlinum M!.

Redaktiónin á M! heitir á teirra lesarar at senda uppskot inn, og hvørja viku velja tey ein Instagrambrúkara, sum skarar framúr. Hesaferð er tað 28 ára gamli eigarin av klædnahandlinum Insito á Toftum.

- Eg eri sera ovfarin, og glað fyri heiðurin, sigur hon í samrøðu við M!.

-Eg elski at uppliva nakað nýtt og aðrar mentanir, tað haldi eg er hugtakandi. Eg elski góðan mat og gott veður. Umframt tað, so dámar mær væl at vera úti í náttúruni, sigur hon við miðilin.

- Tað ringasta eg veit eru negativ fólk og helst eisini vánaligt veður.

Øll samrøðan kann lesast her

Til ber at fylgja Sigrun á Instagram her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder