
Í síðstu viku skrivaðu vit um, at fimm fólk høvdu søkt nýggja starvið sum Brekumboð.
Men eingin er settir enn, og Almanna- og Mentamálaráðið ynskir fleiri umsóknir.
Aðalráðið hevur á heimasíðu sínari í dag endurlýst starvið sum Føroya fyrsta Brekumboð.
Nýggja freistin at søkja er mánadagin 15. september 2025 klokkan á middegi, skrivar ammr.fo.
Tað var í fjør, at eitt einmælt Løgting samtykti at seta nýggju fyriskipanina í verk. Hon hevur til endamáls at styrkja rættindi hjá fólki, ið bera brek.
- Brekumboðið skal hava eitt sakligt, framlítandi og virkið eftirlit, sum bæði borgarar og myndugleikar kunnu hava álit á og virðing fyri. Nærlagni, góðska og óheftni eru aðaltættir í starvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald