Innanlands

Luna mist smolt fyri milliónir í Vestmanna

Hol kom á slanguna millum bilin og aliringin í farnu viku – ógreitt er, hvussu nógvar fiskar Luna hevur mist, men tað eru ikki fáir, sigur Atli Gregersen, stjóri

Atli Gregersen (Savnsmynd: KVF)

Atli Gregersen (Savnsmynd: KVF)

2020-02-26 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku misti Luna smolt fyri fleiri milliónir, tá ein 500 metrar lang slanga millum bilin og aliringin skrædnaði í Vestmanna.

Smoltið, sum fór uttan fyri aliringin, vigaði 700 gramm.

85.000 fiskar skuldu í aliringin, og ógreitt er, hvussu nógvir av teimum, tey hava mist, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna.

– Hvussu nógvar vit hava mist, tað vita vit, ikki, men tað eru ikki fáir, sigur hann í samrøðu við Útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder