Mentan

Lukas Graham á Tórsfest

Ein heimsstjørna kemur aftur til Føroyar, hesaferð á Tórsfest 2023

2023-03-20 11:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lukas Graham kemur at spæla á Tórsfest, sum verður leygardagin 22. juli.

Tónleikaferðin hjá Lukasi byrjaði í 2011, tá hann útgav sangin ‘Drunk in the Morning’ ið fór um allan heim. Hann varð tilnevndur 3 GRAMMY virðislønir í 2017 og tað var hansara altjóða gjøgnumbrot. Hann útgav eftir hetta sangin ‘7 Years’, ið fór á toppin á hittlistum kring allan heim og eftir hetta, kom hansara útgáva ‘Love someone’ ið fekk eins stóra viðgongd og góða móttøku, sum hansara fyrstu hitt.

Hetta hevur ført við sær, at Lukas Graham er ein av allar størstu stjørnunum í Danmark, ið veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot. Serliga kendur er hann fyri sínar liveframførslur, har hann altíð megnar at fáa áskoðarafjøldina at syngja við og er tað sjálvsamt at síggja ein kunstnara, ið syngur eins væl live og hann ger á útvarpshittum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder