Innanlands

LSD-bomm í umferð

Løgreglan ávarar ímóti sterkum LSD-rúsevni sum er í umferð í Føroyum. Tað líkist akkurát gummibommi og var atvoldin til álvarsliga hending um vikuskiftið

LSD-rúsevnið sum er í umferð í Føroyum í løtuni líkist gummibommi. Tey eru formað sum smáar bamsur, sigur løgreglan

LSD-rúsevnið sum er í umferð í Føroyum í løtuni líkist gummibommi. Tey eru formað sum smáar bamsur, sigur løgreglan

2020-09-08 21:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

LSD-rúsevni var atvoldin til álvarsliga hending um vikuskiftið, og tað fær løgregluna nú at ávara móti hesum.

- Tað sum er so óhugnaligt er tað, at tað snýr seg um LSD. Og LSD er eitt stoff, sum fær teg til at hallucinera, tú sært ting fyri tær, og tú gert ting, sum tú heldur at tú kann, men sum tú ikki kann alíkavæl, segði Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, við útvarpið í kvøld.

Hann greiðir frá, at tey sum eru í umferð nú líkjast gummibommi.

- Tey eru formað sum smáar bamsur í ymsum litum, sum eru akkurát líka sum tað, sum tú keypir í handlinum. Tí er tað so øgiliga farligt eisini fyri tey, sum ikki vita, at hesi bommini eru LSD-bomm.

- Tað eru blaðung fólk, sum taka tað, og tey taka tað saman við øðrum stoffum eisini. Og tað er so øgiliga skjótt at hetta her kann gerast deyðiligt, sigur Heri Andreassen við útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder