Innanlands

Loyvdi 400 milliónir í meirkostnaði - grætur krokudillutár yvir fýra milliónir árliga

- Botnfrekur roynir hann at fáa føroyingin at gloyma peningaoyðslið og meirnýtsluna undir farnu samgongu. Jenis av Rana svarar í skrivi, atfinningunum hjá Akseli V. Johannesen um sendistovu í Ísrael, aftur

Jenis av Rana skrivar millum annað: - Meiri eyðmjúkleiki og minni dupultspæl og roynd at manipulera Føroya fólk hevði klætt Aksel, fyrrverandi løgmanni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana skrivar millum annað: - Meiri eyðmjúkleiki og minni dupultspæl og roynd at manipulera Føroya fólk hevði klætt Aksel, fyrrverandi løgmanni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-27 07:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, í farnu viku gjørdi Jenis av Rana greitt, at ein sendistova í Ísrael er ovast á listanum, og at hon fer at gerast veruleiki - ein sendistova í Washington liggur eisini møguliga í framtíðini.

Hetta hevur millum annað fingið løgtingsfólkini Aksel V. Johannesen og Sirið Stenberg at funnist at millum annað raðfestingini hjá landstýrismanninum í uttanríkismálum og hjá landstýrinum. 

Í gjárkvøldið svaraði Jenis av Rana aftur. Í skrivi á Facebook-síðuni hjá Miðflokkinum er formaður floksins hvassorðaður - serliga mótvegis formanninum í Javnaðarflokkinum 

- At fyrrverandi løgmaður gevur ilt av sær, tí samgongan fer at lata upp sendistovu í Ísrael, er einki nýtt. Hetta hevur hann leikað í um, síðani vit fyrstu ferð boðaðu frá henni. Eg krympi tó tærnar, tá eg lesi grundgevingarnar. Hesar eru m.a., at sendistovan fer at taka pening frá heilsuverkinum og ”eini ørgrynnu av øðrum økjum”, sum hann nevnir. Hetta sigur maðurin, sum hevði evstu ábyrgdina av, at Glasir og H-bygningingurin á LS kostaðu yvir 400 mió. kr. meira enn játtað var.

[object Object]
Aksel V. Johannesen metir, at tað er at oyðsla skattapening óneyðuga, at lata upp sendistovu í Ísrael (Mynd: Jens Kr. Vang)

Soleiðis byrjar skrivið undir heitinum: "Skjótt gloyma tey Aksel og Sirið". Jenis av Rana skrivar á, at Aksel V. Johannesen "grætur krokudillutár yvir ísraelsku sendistovuna" sum sambært landstýrismanninum fer at kosta 4 milliónir um árið - eins og hinar seks sendstovurnar kosta. Aksel Johannesen vísti á, at talan er um 12,1 milliónir fyri hetta valskeiðið. Jenis av Rana skrivar, at táverandi løgmaður ikki lurtaði eftir, tá táverandi anstøða ávaraði um viðurskiftini á Glasi, men ístaðin " vardi peningaoyðslið og ørskapin bæði á Glasir og í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum".

- Botnfrekur roynir hann at fáa føroyingin at gloyma peningaoyðslið og meirnýtsluna undir farnu samgongu, sum, bert á hesum báðum kontum, kundi fíggjað ein heilan hóp av sendistovum, eina rúgvu av serlæknum, allar útbúgvingarlæknarnar Føroyum tørvar, heilsu- og røktar og útbúgvingarstarvsfólk í hópatali - um bert farna samgonguleiðsla hevði røkt sína efirlitsskyldu

Landstýrismaðurin í uttanríkismálum endar skrivi við at siga, at fyrrverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum "eisini er farin upp í krokudillutárakórið ístaðin fyri at drípa høvur í eyðmjúkleika og skomm": 

- Meiri eyðmjúkleiki og minni dupultspæl og roynd at manipulera Føroya fólk hevði klætt Aksel, fyrrverandi løgmanni, og landsstýriskvinnuni.


Til ber at lesa tíðindaskrivið frá Akseli V. Johannesen um málið her: 

Oyðsla milliónir uppá óneyðuga sendistovu

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin standa fast við ætlanirnar hjá Jenisi av Rana um at lata sendistovu upp í Ísrael. Farast skal undir arbeiðið longu í novembur mánaði. Endamálið tykist at vera, at landsstýrismaðurin heldur nógv av Ísrael og ynskir nógv og gott samstarv við landið. Sjálvandi skulu vit hava gott samstarv við Ísrael, tað høvdu vit eisini í undanfarna landsstýri. Men tað er langt frá góðum samstarvi til at lata sendistovur upp. Vit hava heldur ikki sendistovur í Norra ella Svøríki, hóast samstarvið við hesi londini er nógv og oftast serstakliga gott. Og skulu vit so lata sendistovur upp í hesum ymisku londunum, sum vit samstarva við, alt eftir hvussu nógv landsstýrismaðurin leggur í landið? Tað ber ikki til. Ein sendistova kostar nógvar pengar, og tað er at oyðsla virðismiklu skattakrónurnar.

Á fíggjarlógini 2020 eru játtaðar 1,6 milliónir krónur, og komandi árini er ætlanin at játta 3,5 milliónir krónur um árið til sendistovu í Ísrael. Samanlagt ætlar landsstýrið tí at brúka 12,1 millión krónur til eina sendistovu í Ísrael tað, sum er eftir av hesum valskeiðnum. Milliónirnar kundu farið til styttri bíðitíðir í heilsuverkinum, til at sett ferð á tunlarnar norður um Fjall, ja eg kundi nevnt eina ørgrynnu av økjum, har 12,1 millión høvdu gjørt stóran mun fyri vanliga fólkið.

Hetta endurspeglar tíverri samlaða fíggjarpolitikkin hjá samgonguni higartil. Undirskot er á fíggjarlógini longu áðrenn allar eykaútreiðslurnar av koronasmittuni, og mitt í hesi heimsumfatandi farsóttini, sum vit enn ikki kenna endan á, ætla Bárður, Jørgen og Jenis at brúka 12,1 millión uppá eina sendistovu í Ísrael. Heldur enn at seta krónurnar til síðis ella brúka tær til okkurt, sum kundi gagnað øllum føroyingum.

Tað gevur meining at hava sendistovu til dømis í ES, London, Moskva, Peking og kanska eisini í USA. Tí endamálið við teimum er at tryggja útflutningsvinnum okkara marknaðaratgongd til vørur teirra. At opna sendistovu í Ísrael hevur einki við marknaðaratgongd at gera. Tað er bara súmbolpolitikkur, sum arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur skulu betala fyri. Og tá noyðist eg at tala at.  

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder