Mentan

Longsul: Terje B. Vestergaard við nýggjum sangi

Øll kenna vit til at missa onkran kæran, og at uppliva avbjóðingar, og vil eg við hesum sangi lýsa tað sum er mín vón í øllum hesum, sigur Terje B. Vestergaard

2021-04-07 18:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár gav Terje B. Vestergaard út nýtt staklag við heitinum "Longsul".

– Sangurin bleiv til eitt kvøldið, har eg sat við klaverið og setti orð á tankar, um foldarlívið, avbjóðingar og um menniskju ið eg hevði mist innanfyri stutta tíð, sum stóðu mær nær, sigur Terje um "Longsul".

– Øll kenna vit til at missa onkran kæran, og at uppliva avbjóðingar, og vil eg við hesum sangi lýsa tað sum er mín vón í øllum hesum.

Lagið kann hoyrast omanfyri.

Um Longsul

Orð og lag: Terje B. Vestergaard
Lagt til rættis og framleitt: Jákup Zachariassen
Trummur: Jósva Debes
Bass: Eyðun Johannesen
Øll onnur ljóðføri: Jákup Zachariassen
Kór: Jón Svein Heinesen & Laila Carlsen
Upptikið: JakZac-Studio & Kris-Stuff Studio
Mix og mastering: Óli Poulsen

placeholder
placeholder