Uttanlands

Løkke vil standa á odda fyri stjórnarsamráðingum

Hann er ikki forsætisráðharravalevni men vil fegin hava leiklutin sum samráðingarleiðari eftir valið, sigur hann

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-24 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne vil fegin hava leiklutin sum samráðingarleiðari  - "kongelig undersøger" - eftir fólkatingsvalið í dag, um flokkur hansara fær avgerandi atkvøðurnar, sigur hann í samrøðu við Politiken.

– Eg eri ikki forsætisráðharravalevni, men eg vil fegin vera tann, sum skal samráðast um grundarlag fyri eina stjórn tvørturum miðjuna. Ikki fyri at skipa stjórn men fyri at kanna, um grundarlag er fyri at skipa stjórn, sigur hann.

Í nærum øllum veljarakanningum hevur flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, sum liggur á miðjuni, staðið til at fáa ein avgerandi leiklut, tá stjórn skal skipast, skrivar Ritzau.

Les eisini: Kanning: Liberal Alliance størsti borgarligi flokkur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder