Innanlands

Løgreglan til staðar í skjóttgangandi bátum

Sjálvur sigur Watson, at løgreglan royndi at koma upp á skipið – “hann sigur so nógv”, sigur fútin

Løgreglufólk ella kanska forvitin ferðafólk? (Mynd: Paul Watson á Facebook)

Løgreglufólk ella kanska forvitin ferðafólk? (Mynd: Paul Watson á Facebook)

2023-07-19 14:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bæði føroysku vaktarskipini umframt politistar í skjóttgangandi bátum fylgdu við skipinum hjá Paul Watson, John Paul DeJoria, tá skipið legði leiðina móti Vágum eftir at grindaboð ljóðaðu úr Sandavági.

Grindin var ikki hildin til. Ístaðin vórðu sjey hvalir merktir av fólki frá Náttúrugripasavninum.

John Paul DeJoria náddi ongantíð í námind Sandavági, fyrr enn merkingararbeiðið var liðugt.

Men tað er ein sannroynd, at skipið enn einaferð breyt boðini um at halda seg uttan fyri 12 fjórðinga markið.

Paul Watson hevur á Facebookvanga sínum fleiri myndir av føroysku vaktarskipunum og vælmannaðu RIB-bátunum við løgreglufólki í.

“The Faroese Police attempted to Board the John Paul DeJoria. They failed”, skrivar Paul Watson í uppslagi við myndini yvir greinini her.

- Hann sigur so mangt, sigur Michael Boolsen, fúti, tá vit spyrja um lørgerlan hevur gjørt eina roynd at koma umborð á John Paul DeJoria.

- Vit hava fylgt skipinum og eygleitt tað, men hava ikki roynt at støðga tí. Nú síggja vit á AIS’inum, at skipið er á veg út úr føroyskum sjóøki aftur, staðfestir fútin.

Tá vit spyrja, hvat tey gjørdu við 12-14 løgreglufólkum í skjóttgangandi bátum, svarar fútin, at so nógv var ikki talan um. Har vóru fýra politistar í bátunum, sigur Michael Boolsen.

(Staðfesting: Omanfyri standandi mynd, sum Paul Watson legði á Facebook-vanga sín fyri at fortelja um, at løgreglan í Føroyum skuldi havt roynt at koma upp á skipið John Paul DeJoria, er IKKI av løgreglufólkum. Talan er um eitt bát hjá felagnum RIB62, sum henda dagin var úti við ferðafólkum, níggju vaksnum og trimum børnum, -red.)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder