placeholder
Innanlands

Løgreglan: Summarfestivalurin hevur verið friðarligur

Í mun til hvussu nógv fólk hava verið, hevur tiltakið verið øgiliga friðarligt, sigur løgreglan

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-08-12 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuskiftinum hava nógv fólk verið í Klaksvík, nú Summarfestivalur er, og sambært løgregluni, hevur tað eftir umstøðunum verið friðarligt.

Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at løgreglan hevur havt nógv at gera, har hava verið nøkur full fólk, sum tey hava tikið sær av, men har hevur einki álvarsamt mál verið.

"Í mun til hvussu nógv fólk vóru, hevur tað verið rættiliga friðarligt, og fyrireikararnir og samarittarnir hava rós uppiborið," sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder